Samgongumaður atkvøddi ímóti uppskoti frá samgonguni

Samgongumaður atkvøddi ímóti uppskoti frá samgonguni
Uppskotið var kortini samtykt, 18 atkvøður vóru fyri
Lógarbroytingin hevur við sær, at tey, sum bryggja sterkt, kunnu selja løg, sum er sterkari enn 5,8 prosent á staðnum, har sum løgurin verður gjørdur. (Savnsmynd)
 
18.10.2023 - 08:58

Ein samgongulimur, Henrik Old í Javnaðarflokkinum, atkvøddi í gjár ímóti einum lógaruppskoti hjá samgonguni.

Talan er um uppskotið, sum loyvir teimum, sum bryggja sterkt, at selja løg, sum er sterkari enn 5,8 prosent á staðnum, har sum løgurin verður gjørdur.

Slík søla kann tó bara vera, tá gestir vitja.

So tað vera fyrst og fremst útlendsk ferðafólk, sum fara at keypa rúsdrekka, tá tey vitja bryggjarí, stendur í viðmerkingunum um ætlaðu lógarbroytingina.

Hendan broytingin í rúsdrekkalógini stendur í samgonguskjalinum.

 

Henrik Old atkvøddi ímóti lógarbroytingini. Hann boðaði longu undir fyrstu viðgerð frá, at hann var ímóti uppskotinum. (Savnsmynd)

 

Sambandsfólk bæði fyri og ímóti

Tríggir sambandsmenn atkvøddu eisini ímóti.

Teir eru Helgi Abrahamsen, Magnus Rasmussen og Erhard Joensen.

Tveir í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen og Bárður av Lakjuni, og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum atkvøddu eisini ímóti.

Hini í Sambandsflokkinum atkvøddu fyri. Hini í Fólkaflokkinum vóru ikki í salinum og heldur ikki hin tingmaðurin hjá Miðflokkinum.

Uppskotið var kortini samtykt. 18 atkvøddu fyri og sjey ímóti.

Átta tingfólk vóru ikki hjástødd, tá atkvøtt var.

Triðja viðgerð verður í morgin.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856