Lýsa starvið sum tíðindaleiðari leyst av nýggjum

Lýsa starvið sum tíðindaleiðari leyst av nýggjum
Kringvarpsstjórin vil hava fleiri skikkaðar umsøkjarar at velja ímillum
Starvið sum tíðindaleiðari í KvF verður lýst leyst av nýggjum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.10.2023 - 13:12

Talan er um fremsta journalistiska starvið í landinum, og tað er umráðandi at hava fleiri skikkaðar umsøkjarar at velja ímillum.

Tað sigur Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, nú starvið sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya verður lýst leyst av nýggjum.

Tá starvið varð lýst leyst í summar, vóru trý fólk, sum søktu:

 

12102023_Ivan_1

 

Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri.

 

Lýsingin, nú søkt verður á øðrum sinni, verður tann sama sum í summar. Hon verður ikki broytt:

 

12102023_Ivan_2


Freistin at søkja tíðindaleiðarastarvið í Kringvarpinum er 2. november.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV