Á Breddanum: Sálarheilsa og happing í fólkaskúlanum

Á Breddanum: Sálarheilsa og happing í fólkaskúlanum
Trivnaðarkanning vísir, at alsamt fleiri næmingar halda seg vera fyri happing. Í sendingini verður spurt, hvussu vit venda gongdini
Happing er ein stórur trupulleiki í fólkaskúlanum, vísir trivnaðarkanning. (Savnsmynd)
 
12.10.2023 - 08:45

Sálarheilsan hjá teimum ungu tykist vera í afturgongd, og á tiltaki í Løkshøll var ljós varpað á málið á altjóða sálarheilsudegnum.

Gera vit nóg mikið fyri at fyribyrgja, og hvussu hevði støðan verið, um meira varð gjørt við fyribyrging?

Alsamt fleiri næmingar kenna seg vera fyri happing í fólkaskúlanum.

Tað var ein av niðurstøðunum í trivnaðarkanning, sum varð løgd fram í farnu viku.

Men hví fara tølini skeivan veg? Og hvussu venda vit hesari gongdini?

Tað spyrja vit trivnaðaráðgeva í fólkaskúlanum um. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV