Á Breddanum: Støðan í samgonguni og kríggj í Ísrael

Á Breddanum: Støðan í samgonguni og kríggj í Ísrael
Tvey evni eru í sendingini í dag
Árni Gregersen og Beinta Løwe, journalistar, fara at gera viðmerkingar til politisku støðuna í Breddanum fyrrapartin.
 
11.10.2023 - 09:13

Tað brýtur í bæði borð í samgonguni. 

Meðan fleiri stórmál liggja á láni, hevur serliga eitt mál fingið ilt í samgongufólk, nevniliga nýggja prísskipanin, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar at seta í verk fyri Strandferðsluna.

Árni Gregersen og Beinta Løwe koma í útvarpsstovuna at gera viðmerkingar um politisku støðuna. 

 

Ísrael og Hamas

Ísrael var tikið á bóli, tá Hamas-felagsskapruin, sum hevur valdið í Gaza-geiranum, fór at skjóta rakettir inn í Ísrael um vikuskiftið.

Stríðið millum Hamas og Ísrael er harðnað, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sagt, at tá Ísrael hevur svarað álopunum aftur, verður Miðeystur ikki tað sama, sum tað hevur verið.

Samrøða verður við tíðindamannin hjá Kristiligum Dagblaði í Ísrael, Allan Sørensen, um støðuna.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV