- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meiri happing nú enn fyri fýra árum síðani
17 prosent av næmingunum í 5. 6 og 7. flokki siga seg vera fyri happing.
Tað vísir nýggj trivnaðarkanning, sum Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur gjørt fyri Barna- og útbúgvinarmálaráðið.
Tað eru fýra ár síðani, at trivnaðarkanning var gjørd seinast í sama aldursbólki.
Tølini vísa skeiva gongd, tí tað eru fleiri, sum eru fyri happing nú, enn fyri fýra árum síðani.
Í 2019 søgdu 11 prosent av spurdu næmingunum seg vera happað.
Á sosialum miðlum
Mátin, happað verður, broytist eisini - frá at vera meira sjónligur og týðiligur, til at umfata sosialu miðlarnar.
Vitanin um, at happing er skaðilig, og hugburðurin um, at happing ikki verður góðtikin, eru næmingarnir í dag tó meira vitandi um.
Endamálið við hesari kanningini er, eins og í teimum undanfarnu, at útvega vitan um vavið av happing í fólkaskúlanum í Føroyum.
Kannigin kann lesast her.