Nýggjur skúlastjóri í Vestmanna

Nýggjur skúlastjóri í Vestmanna
Kristianna Jacobsen tekur við starvinum 16. oktober.
 
09.10.2023 - 10:43

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Kristionnu Jacobsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla frá 16. oktobur at rokna.

Kristianna Jacobsen er 51 ára gomul og býr í Havn. Hon tók læraraprógv í 2013, og hevur síðani januar 2014 arbeitt í Hvalvíkar skúla, fyrstu árini sum lærari og frá 2019 sum skúlaleiðari.

Harumframt hevur hon eisini leiðsluroyndir frá privatum virksemi m.a. sum dagligur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Kristianna Jacobsen er nýggjur skúlastjóri í Vestmanna skúla. 

 

Kristianna Jacobsen hevur nomið sær eftirútbúgving í leiðslu, umframt ymisk styttri skeið í ávísum lærugreinum og í føroyskum sum annaðmál.

Í 2021 tók hon skeið  í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu á masterstigi, masterdiplom í leiðslu í ár, og lesur í løtuni master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946