- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matvøruprísirnir hækka framvegis
Prísirnir á matvørum hækka framvegis, men ikki so nógv, sum teir hava gjørt.
Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya.
Brúkaraprístalið er hækkað 3,7 prosent.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað er eitt mát fyri inflatión í Føroyum.
Matur og drekka átta prosent dýrari
Størsti prísvøkstur er á mati og drekkivørum. Vøksturin var átta prosent frá august í fjør til august í ár.
Frá mai til august í ár hækkaðu prísirnir á matvørum 0,4 prosent.
Príshækkingarnar á matvørum hava ligið millum tvey og næstan fýra prosent hvønn ársfjórðing síðani februar í fjør.
Seinasta árið eru prísirnir á breyði og kornvørum, grønmeti og frukt hækkaðir serliga nógv. Grønmeti er vorðið góð 13 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Prísvøksturin á breyði og kornvørum er góð 10 prosent, meðan prísurin á frukt er hækkaður sløk 11 prosent.
Allar matvørur dýrkaðar
Prísurin á fiski er vorðin góð fýra prosent dýrari seinasta árið. Mjólk, ostur og egg eru dýrkað sløk trý prosent, sumer heldur minni enn rísvøksturin á øðrum matvørum.
Allar matvørur eru dýrkaðar seinasta árið.
Prísirnir á sukri og góðgæti eru hækkaðir góð sjey prosent. Eisini eru drykkjuvørur vorðnar dýrari.
Prísurin á kaffi, te og kakao seinasta árið er hækkaður meira enn 18 prosent, sigur Hagstovan.