- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðir skulu eisini á Vangan
Bústaðir skulu eisini á Vangan
Brúkaraumboðið hevur spurt um málið í sambandi við eina fráboðan um umsitingargjaldið hjá Bústøðum
06.10.2023 - 14:47
Bústaðir arbeiða við sjálvgreiðslu á Vanganum, men hetta er ikki klárt enn.
Tað hava Bústaðir upplýst, tá Brúkaraumboðið spurdi í sambandi við eina fráboðan um umsitingargjaldið hjá Bústøðum.
Brúkaraumboðið heldur, at treytirnar fyri at rinda umsitingargjaldið eru í lagi sambært marknaðarføringarlógini.
Men Brúkaraumboðið metir ikki, at tað stendur nóg greitt í treytunum, at møguligt er flyta umsitingargjaldið í sjálvvirkandi gjaldsskipan.
Brúkaraumboðið bað Bústaðir um at upplýsa betur um henda møguleika.
Tað fara Bústaðir at gera, hevur Brúkaraumboðið fingið at vita.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV