Trygvi Danielsen fekk M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik

Trygvi Danielsen fekk M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik
M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik 2023 varð fyri løtu síðani latin Trygva Danielsen fyri hansara íkast til føroyskan skaldskap, tónleik og film.
Mynd: Finnur Justinussen  
 
05.10.2023 - 17:36

Listamðurin Trygvi Danielsen fekk fyri løtu síðani heiðursløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik. 

Trygvi er sanniliga ein listamaður við mongum hattum. Hann hevur í áravís ríkað føroyska mentanarpallin við tónleiki, filmum, bókmentum og framførslum. Bæði sum einstaklingur, men eisini sum partur av ymsum verkætlanum og bólkum.

Og hóast hann er fyrst í tretivunum, so eru verkini og heiðurslønirnar longu fleiri í tali. Í 2013 vann hann saman við bólkinum The Absent Silver King sang-kappingina Sement á fyrsta sinni, og sama ár fekk hann virðisløn til ungt listafólk, tá Mentanarvirðislønir landsins fyri 2013 vóru handaðar. Hesa somu sangkappingina vann Trygvi aftur í 2023, tá hann luttók við bólkinum Aggrasoppar. Sum Silvurdrongur lat hann frá hondum fyrsta staklagi í 2017. Í 2019 fekk hann Ebbu-virðislønina fyri sínar serstøku ritgávur. Og so hevur hann eitt nú eisini skrivað og leikstjórnað nógv rósta filmin "111 góðir dagar", sum í 2018 vann Geytan. 

Dómsnevndin segði millum annað, at Trygvi gevur tí føroyska málinum ein nýggjan ham og eitt nýtt høpi at virka í. Og hvørt verk er eitt tíðarbært boð upp á, hvussu vit kunnu úttrykkja okkum og nærkast einari fatan av okkum sjálvum. Sum tjóð, sum menniskju, sum einstaklingar og sum partur av einari størri heild uttan mun til skiftandi rák og sjangrur. 

M. A. Jacobsens heiðurslønir 2023

Caption: 
Finnur Justinussen

Heiðurslønamóttakarar, tá mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens vóru latnar í Mullers pakkhúsi hósdagin 7. oktober. 

Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson fingu heiðursløn fyri yrkisbókmentir fyri bókaverkið "Okkara fuglar". Silas vantar á myndini. Katrin Ottarsdóttir fekk virðislønina fyri fagurbókmentir fyri skaldsøguna "Summarið varar ikki alt árið longur", meðan Bókadeild Føroya lærarafelags fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948