Æðupápin í Borðoyavík

Æðupápin í Borðoyavík
Hvønn dag fer Janus Hansen á Borðoyavíkina at geva æðum breyð
 
04.10.2023 - 10:15

Av sonnum kann mann kalla Janus Hansen í Klaksvík ein djóravin. Hvønn dag fer hann trúgvur í Borðoyavík at geva æðum breyð. Hann ger eitt bríksl og æðurnar koma langvegis frá. Æðurnar kenna Janus so mikið væl, at tær koma upp á land og fara heilt yvir til hansara at eta úr lógvanum.

- Tað er ein góð byrjan uppá dagin, og tað gevur mær sálarfrið, sigur Janus. Honum dámar væl at sita saman við æðunum tíðliga á morgni, meðan hann lurtar eftir ljóðinum frá aldunum. 

 

Janus_adur_NET1

 

Eisini tekur Janus myndir og filmar av Borðoyavíkini hvønn dag, sum hann leggur út á facebook. Hetta hava onnur, nær og fjar, gleði av.

- Um tú ert góður við náttúruna, so fært tú okkurt aftur, sigur Janus Hansen.

 

1625888

Longri samrøða við Janus Hansen í Góðan Morgun Føroyar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949