Nevndin í Lærarafelagnum er ímóti vetrarfrí í skúlanum

Nevndin í Lærarafelagnum er ímóti vetrarfrí í skúlanum
Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur, sigur, at vetrarfrí hevur við sær, at undirvísingin verður óstøðug, tí so nógvir næmingar mangla í flokkinum
Eyðbjartur S. Skaalum er nevndarlimur í Lærarafelagnum
 
03.10.2023 - 12:19

Nevndin í Lærarafelagnum vil ikki hava vetrarfrí.

Tað skrivar Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur, á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum.

Hann skrivar, at vetrarfrí fer at hava við sær, at vit ikki bara hava eina viku, har vit eru burtur, men tað vera kanska 10 dagar, har næmingar ikki eru til staðar.

Hetta ger, at undirvísingin verður óstøðug, tí so nógvir næmingar mangla í flokkinum. 

 

Ætlanin er, at fyrsta vetrarfrítíðin i skúlanum verður í feburar í 2025. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vetrarfrí í 2025

Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at vetrarfrí verður í viku sjey, sum er í februar. Fyrstu ferð verður í 2025.

Eyðbjartur S. Skaalum skrivar eisini, at hoyringarfrestin er stutt, frá 24.september til 6.oktober.

Hetta er eitt stutt skotbrá at skula viðgera hetta í skúlunum, í skúlastýrum, næmingaráðum og í námsfrøðiliga ráðnum, skrivar hann. 

Um grundgevingin er tann, at summarfrítíðin er ov long, og hon absolutt skal styttast, høvdu vit øll fingið meiri gleði av at lagt teir fimm dagarnar hvør sínu megin jólafrítíðina, skrivar Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur í Føroya lærarafelag.

Les greinina her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856