Rokna ikki við endurgjaldi fyri havnarstongsil í fíggjarætlanini

Rokna ikki við endurgjaldi fyri havnarstongsil í fíggjarætlanini
Runavíkar havn missir ein triðing av sínum inntøkum, og lagt verður upp fyri hesum í fíggjarætlanini fyri næsta ár
Enn er ógreitt, hvussu stórt endurgjaldið fyri havnastongsilin frá landinum verður, men Runavíkar kommuna leggur upp fyri tí í fíggjarætlanini fyri 2024. (Savnsmynd: Runavíkar kommuna)
 
02.10.2023 - 18:00

Enn er ógreitt, hvussu nógv kommunurnar, sum missa inntøkur, tí bara ein partur av russiskum skipum sleppur í føroyskar havnir í løtuni, fáa í endurgjaldi frá landinum.

Hesum fer Runavíkar kommuna at leggja uppfyri í fíggjarætlanini fyri næsta ár.

 

Tórbjørn Jacobsen er borgarstjóri í Runavíkar kommunu og formaður í Kommunufelagnum. 

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan missir einar sjey milliónir kr. í inntøku av havnarstongslinum, og tað er ein triðingur av allari inntøkuni hjá Runavíkar havn.

Politiska leiðslan í Kommunufelagnum hevur fleiri ferðir eftirlýst kunning frá landsstýrinum um tær meirútreiðslur, sum politisk tiltøk hjá samgonguni fara at kosta kommununum.

Nú fíggjarlógaruppskotið fyriliggur, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum eisini er formaður í Kommunufelagnum, soleiðis:

 

02102023_Torbjorn_um_figgjarlog

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109