Landsstýrið játtar Ukraina 10 milliónir næsta ár

Landsstýrið játtar Ukraina 10 milliónir næsta ár
Játtanin til menningarsamstarv hækkar eina millión kr.
Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum, og hava skyldu at minka um ójavna í heiminum og at veita neyðstøddum hjálp, sigur landsstýrið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.10.2023 - 08:42

Játtanin til neyðhjálp og menningarsamstarv veksur úr 15,5 mió. kr. upp í 16,5 mió. kr. á fíggjarlógini fyri næsta ár. Harafturat ætlar landsstýrið at lata 10 mió. kr. til Ukraina í 2024.

Landsstýrið er av tí greiðu fatan, at Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum, og at Føroyar tí eisini hava skyldu at minka um ójavna í heiminum og at veita neyðstøddum hjálp.

Landsstýrið kann hava menningarsamstarv, sum fevnir um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul til lutvísa fígging av verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er at skipa haldgóða fyrisiting, at fáa búskaparvøkstur ella at tryggja sosial framstig.

Neyðhjálp verður latin, tá vanlukkur raka úti í heimi. Seinnu árini er hjálp latin eftir áheitan og í samstarvi við hjálparfelagsskapir

Umframt bráfeingishjálp skulu Føroyar eisini geva neyðstøddum vón um eina bjartari framtíð. Tá tað er møguligt, skal neyðhjálpin tí eisini virka fyri menning, so neyðstødd aftur kunnu lívbjarga sær á burðardyggum grundarlagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791