Almennir bygningar leggja um til grøna orku

Almennir bygningar leggja um til grøna orku
Næsta ár er ætlanin, at Landssjúkrahúsið og flestu bygningar á Eirargarði skulu legjgja um til fjarhita
Í ár eru orkuloysnir í 10 av landsins bygningum verksettar ella undir fyrireiking. Væntandi verða tær klárar at brúka í ár og næsta ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.10.2023 - 08:30

Meginparturin av bygningunum, sum landið eigur, verður hitaðiurvið brenniolju. Tað merkir, at tað almenna er millum størstu brennioljubrúkarar í landinum  

Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni er at fremja grøna orkuskiftið, og á fíggjarlógini fyri í ár eru fimm mió. kr. játtaðar til grønar orkuloysnir í bygningunum hjá landinum.

- Játtanin verður næstaár hækkað upp í 7,5 mió. kr., og hóast upphæddirnar ikki eru stórar, so gera tær veruliga mun, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. 

Landsverk hevur uppgávuna at fremja orkuskiftið í bygningunum hjá landinum. 

 

Landssjúkrahúsið og Eirargarður

Næsta ár er ætlanin, at Landssjúkrahúsið, sum er ein av størstu oljubrúkarunum á landi, og flestu bygningar á Eirargarði, skulu leggja um til fjarhita. 

Landið sparir tá umleið eina mió. litrar av olju um árið, og føroyska CO2-útlátið minkar við umleið 2.650 tonsum.

Í ár eru orkuloysnir í 10 av landsins bygningum verksettar ella undir fyrireiking. Væntandi verða tær klárar at brúka í ár og næsta ár.

Ætlaðu orkuumleggingarnar í ár og næsta ár svara til umleið 40 prosent av samlaðu oljunýtsluni í almennu bygningunum hjá landinum, skrivar Fiski- og samferðslumálaráðið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859