Hægri renta krevur størri rentustuðul

Hægri renta krevur størri rentustuðul
Landsstýrið hevur biðið um 11 mió. kr. aftrat til rentustuðul í ár
Í fíggjarlógini fyri 2023 var útreiðslan til rentustuðul mett at vera 109 mió. kr. og inntøkan 47 milliónir. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.10.2023 - 08:23

Hækkaða rentan ger, at landsstýrið biður um 11 milliónir aftrat til rentustuðul í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom í tingið fríggjadagin.

Hetta er nettotal, tí útreiðslan er 20 milliónir og inntøkan níggju milliónir.

Í fíggjarlógini fyri 2023 var útreiðslan mett at vera 109 mió. kr. og inntøkan 47 milliónir.

Næsta ár er mett, at landskassin skal rinda 141 milliónir í rentustuðli.

Inntøkan verður 61 milliónir. So nettoútreiðslan til rentustuðul verður 80 mió. kr. næsta ár.

Í 2022, áðrenn rentan fór at hækka av álvara, var útreiðslan stívar 86 mió. kr. og inntøkan slakar 39. 

Og í 2021 var rentustuðulin stívar 79 mió. kr., og inntøkan tá var slakar 36 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859