Mótrokningin hækkar upp í 62.000 kr.

Mótrokningin hækkar upp í 62.000 kr.
Hetta er sama upphædd, sum var galdandi fyri 2020, tá hon var lækkað niður í 45.000 kr. um árið
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
 
29.09.2023 - 15:39

1. januar kunnu fólkapensjónistar hava størri inntøku, áðrenn mótroknað verður í pensjóninini.

Í dag kunnu fólkapensjónistar tjena upp til 45.000 kr. um árið, uttan at mótroknað verður í pensjónini.

Landsstýrið hevur gjørt av, at upphæddin frameftir skal vera 61.900 kr., sum er sama upphædd, ið var galdandi fyri 2020, tá hon var lækkað.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur borið løgtingum uppskot um hetta.

Broytingin fer at hava við sær, at fólkapensjónistar, sum arbeiða, og fólkapensjónistar, ið hava privatar pensjónir, fara at fáa størri fólkapensjón.

Tað verða umleið 2.000 til 3.000 pensjónistar, ið fara at fáa ágóðan av broytingini, og av teimum fara tey flestu at hava umleið 3.000-4.000 kr. meira í fólkapensjón um árið, sigur Almannamálaráðið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878