- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barsilsskipanin: Andstøðan skjýtur upp at hækka útgjaldið 3.000 kr.
Hægsta útgjaldið úr Barsilsskipanini eigur at hækka 3.000 krónur, úr 25.000 krónum upp í 28.000 krónur um mánaðin.
Tað halda teir tríggir andstøðuflokkarnir - Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin - sum nú ætla at leggja lógaruppskot fyri løgtingið um at broyta Barsilsskipanina.
Sambært Helga Abrahamsen, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi landsstýrismanni við ábyrgd av Barsilsskipanini, vísa útrokningar, at tað ber til at hækka loftið fyri útgjald úr Barsilsskipanini 3.000 krónur, uttan samstundis at hækka inngjaldið í skipanina.
Helgi Abrahamsen er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Uppskot datt burtur
Í fjørheyst sendi partamaður hansara, Magnus Rasmussen, táverandi landsstýrismaður við ábyrgd av Barsilsskipanini, eitt lógaruppskot til hoyringar um at broyta Barsilsskipanina.
Tá var ætlanin at hækka loftið 2.000 krónur - úr 25.000 upp 27.000 krónur um mánaðin. Sambært lógaruppskotinum var tá neyðugt at hækka inngjaldið í skipanina 0,3 prosentstig, úr 0,86 prosentum upp 0,89 prosent av øllum útgoldnum A-inntøkum.
Tá var sagt í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at hækkingin í inngjaldinum var neyðug fyri at fíggja hækkingina av útgjaldinum.
Lógaruppskotið hjá Magnusi Rasmussen kom í løgtingið í november í fjør, men fall burtur, tá løgtingsval var útskrivað.
Lagt fram fríggjadagin
Nú vísir Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum nevnt til aðrar útrokningar, ið vísa, at tað ikki er neyðugt at hækka inngjaldið, sjálvt um hægsta útgjald úr Barsilsskipanini hækkar 3.000 krónur
Løgtingsfundur verður aftur fríggjadagin, og framløga er á skránni.
Sambært andstøðuflokkunum fara teir í felag at leggja fram broytingina í Barsilsskipanini.