Dyrka egna frukt í Vágum

Dyrka egna frukt í Vágum
Vága kommuna ætlar nú at dyrka grønmeti og frukt til egna nýtslu
25.09.2023 - 19:24

Næsta summar vera tey fyrstu jarðberini, tomatirnar og agurkirnar klárar at heysta.

Tað er partur av gamla Vakstrarhúsinum í Sandavági, sum nú skal nýtast til at dyrka grønmeti og seta plantur niður.

Tað er Bjarni Prior, borgarstjóri, sum eigur hugskotið, at lív skal koma aftur í Vakstrarhúsið. 

Tað ber til at fáa nógv at vaksa í vakstrarhúsinum 

Ætlanin er eisini at hava ymsar blómur.

Møguleiki er sum frálíður at vaksa um virksemi, tí til ber eisini at seta niður uttanfyri.

Fyrstu blómurnar og fruktirnar koma longu næsta summar.

Kommunan væntar ikki at vinna pening við átakinum, men heldur at hugsa grønt og stuttflutt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109