Hondbóltskvinnurnar tiknar út

Hondbóltskvinnurnar tiknar út
Teir 16 spælararnir, sum skulu seta hol á EM-undankappingina ímóti Svøríki og Íslandi í oktober, eru tiknir út
Maria Pálsdóttir Nólsoy úr Neistanum er ein av 16 úttiknum spælarum
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
21.09.2023 - 16:14

Hondbóltslandsliðið við kvinnum fer í oktober undir EM-undankappingina, tá dystir ímóti Svøríki og Íslandi eru á skránni.

Landsliðsvenjarin, Claus Mogensen, sum var settur í starv í juni, og hjálparvenjarin, Simon Olsen, hava úttikið 16 leikarar til dystirnar, sum verða spældir í Uppsala í Svøríki 12. oktober og í Føroyum 15. oktober.

Neistin er best umboðaða føroyska felagið við trimum spælarum í hópinum. Tær eru Brynja Høj, Bjørk Franksdóttir Joensen og Maria Pálsdóttir Nolsøe.

Sjey spælarar spæla í løtuni uttanlands. Ein er í Norra, meðan hinar seks spæla í donskum hondbólti í løtuni.

Føroyar spældu fyrr í ár tveir venjingardystir ímóti Finnlandi. Føroysku kvinnurnar vunnu annan dystin 35-25, meðan hin endaði við 24-24 javnleiki.


Málverjar
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Vengur
Rannvá Olsen, VÍF
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Guðrið á Borg, H71
Brynhild Pálsdóttir, Ajax København (DEN)
Lív S. Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Strikur
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bakkar
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nolsøe, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109