Hondbóltskvinnurnar í Kringvarpinum

Hondbóltskvinnurnar í Kringvarpinum
Kringvarpið sendir allar dystirnar hjá hondbóltslandsliðnum við kvinnum í komandi EM-undankappingini, sum byrjar í oktober
 
21.09.2023 - 13:09

Í oktober fer føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum undir EM-undankappingina við dystum ímóti grannalondunum Svøríki og Íslandi.

Fyrsti dysturin er á útivølli ímóti Svøríki 12. oktober, og tríggjar dagar seinni taka Føroyar ímóti Íslandi í høllini á Hálsi.

Triðja landið í bólkinum hjá Føroyum er Luksemburg, og dystirnir ímóti Beneluxlandinum verða í februar og mars næsta ár, áðrenn Svøríki og Ísland aftur eru á skránni fyrst í apríl.

Kringvarpið vísir allar EM-undankappingardystirnar hjá hondbóltskvinnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109