Semja um at broyta lógina um arbeiðsskaðatrygging

Semja um at broyta lógina um arbeiðsskaðatrygging
Atkvøtt verður um málið í tinginum í dag
Øll fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum frá landsstýrinum um at broyta arbeiðsskaðatryggingarlógina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.09.2023 - 10:50

Fíggjarnevndin er samd um at taka undir við uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um at broyta arbeiðsskaðatryggingarlógina.

Nevndin heldur uppskotið vera gott.

Tað hevur við sær batar fyri arbeiðsfólk, sigur nevndin. 

Fíggjarnevndin vísir eisini á, at hoyringarskrivini um uppskotið eru jalig.

Uppskotið er, at endurgjald fyri mist vinnuføri eftir arbeiðsskaða skal fylgja lønarvøkstrinum.

Tí sum nú er minkar tað í veruleikanum. Realvirðið minkar, so hvørt sum lønir fara upp.

Uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum í dag, og tá verður eisini atkvøtt um málið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791