Aldargomul kunngerð um Dannebrog sett úr gildi

Aldargomul kunngerð um Dannebrog sett úr gildi
Kunngerðin, sum kom í 1915, segði, at bara var loyvt at flagga við Dannebrog
108 ára gamla kunngerðin um, at bara var loyvt at flagga við Dannebrog, er nú sett úr gildi.
 
21.09.2023 - 08:46

Ein 108 ára gomul kunngerð er sett úr gildi.

Tað er danska kunngerðin um flagging við fremmandum tjóðfløggum, ella "forbud mod at benytte fremmede nationalflag," sum kom í apríl 1915.

Hon sigur, at bara er loyvt at flagga við Dannebrog.

Undantikin eru sendiráð og konsulat og tey, sum Løgmálaráðið hevur givið loyvi til at brúka onnur fløgg enn tað danska.

Kunngerðin byggir á rundskriv frá 1854. 

 

Kunngerð um fløgg í Norðurlondum

Ein onnur kunngerð, sum er nakað yngri, er eisini strikað.

Tað er kunngerðin um fløggini hjá hinum Norðurlondunum.

Hon er frá 1957 og gav undantak frá kunngerðini frá 1915 um fremmand fløgg.

Tað er, at hon gav loyvi til at flagga við fløggunum hjá Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki uttan serligt loyvi.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856