668 húski hava fingið familjuískoyti

668 húski hava fingið familjuískoyti
Ískoytið er 12.000 kr., sum verður goldið eina ferð
Umframt hjálparískoytið hava í alt 415 húski fingið oljuískoyti higartil í ár.
 
21.09.2023 - 08:12

668  húski hava  higartil fingið hjálparískoyti, sambært løgtingslóg  um familjuískoyti.

Tað sigur Sirið Stenberg í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu sum hevur sett landsstýriskvinnuni ein grein 52 spurning um hvussu nógv húski hava fingið hjálparískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti, síðani lógin var broytt fyrr í ár.

Í mars í ár fór landsstýriskvinnan í løgtingið við einum sonevndum inflatiónsspakka. Uppskotið skuldi lætta um gerandisdagin hjá sperdum familjum sambært landsstýriskvinnuni. 

Við ískoytinum fáa húski við lítlari inntøku, sum ikki hava ognir av týdningi, ein fíggjarligan stuðul upp á 12.000  krónur, sum verður útgoldin eina ferð.  

 

Liljan Weihe, løgtingskvinna, spurdi landsstýriskvinnuna í almannamálum um familjuískoytið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Familjuískoytið hækkað

Harumframt hækkaði vanliga familjuískoytið 750 krónur fyri hvørt barnið, soleiðis at barnafamiljur við lítlum inntøkum, og sum ikki hava ognir, fáa ein eyka fíggjarligan styrk. Hækkingin er bert galdandi í tíðarskeiðinum 1. juni til 31. desember í ár.

Uppskotið hjá Sirið Stenberg var ein broyting av tí uppskoti, sum undanfarna samgonga samtykti í fjør heyst, tó við teirri broyting, at hjálparískoytið ikki er treytað av, at húskið hevur útreiðslur til olju til upphiting av bústaðnum. 

Orsøkin, sambært uppskotinum, er, at oljan ikki longur er eins dýr sum áður, meðan gerandisvørur framvegis eru dýrar.

 

Inntøkugrundrlagið hækkað

Harumframt er markið fyri inntøkugrundarlagnum hækkað úr ávikavist 390 og 410 túsund krónum upp í 440 túsund krónur, og hjá persónum, yngri enn 23 ár, er ogn upp til 50.000 kr. undantikin.

Umframt hjálparískoytið hava í alt 415 húski fingið oljuískoyti, sambært løgtingslóg um familjuískoyti, sigur Sirið Stenberg í svari sínum til Liljuna Weihe.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859