Loftferðslulógin skal dagførast

Loftferðslulógin skal dagførast
Sambært uppskotinum um ríkislógartilmæli koma nýggjar reglur um dronur, sum verða lagaðar til føroysk viðurskifti
Loftferðslulógin skal dagførast, so hon verður sum tann danska. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.09.2023 - 10:16

Loftferðslulógin í Føroyum, sum kom í 2013, skal dagførast, so hon er sum tann danska.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, kom við uppskoti um ríkislógartilmæli í løgtingið í gjár.

Talan er um nógvar broytingar, millum annað nýggjar reglur um dronur.

ES-reglur um dronur skulu setast í gildi í Føroyum. Men tær verða kortini lagaðar til føroysk viðurskifti.

Millum annað koma reglur um at brúka dronu, tá fólk eru ávirkað, og hvussu fólk kunnu vera dømd at missa rættin at flúgva við dronu.

 

Einki hoyringarsvar

Uppskotið um ríkislógartilmælið hevur verið til hoyringar.

Einki hoyringarsvar kom.

Landsstýrið ætlar annars at yvirtaka loftrúm og loftferðslu.

Uppskot um tað koma løgtingið í næstum, skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Danska stjórnin sigur, at yvirtøkan er í lagi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791