
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Endurgjaldskrøv fyri 100 milliónir framvegis ikki avgreidd

Í ringasta føri kann Fiskimálaráðið noyðast at gjalda yvir 100 milliónir krónur umframt rentur í endurgjaldi.
Tað veldst um endaligu avgerðina í tveimum málum, sum ikki eru avgreidd enn, hóast tey eru farin at eldast.
Í øðrum málinum stevndi Reiðarafelagið landsstýrinum í sambandi við lógaráseting um, hvussu veiðirættindi skuldu seljast á uppboði í 2016.
Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men Landsrætturin frídømdi landsstýrið.
Vilja sleppa í Hægstarætt
Reiðarafelagið søkti um loyvi at leggja málið fyri Hægstarætt.
Landsstýrið hevur ikki fingið at vita, um tann umsóknin er játtað.
Verður endin tann, at landsstýrið hevur endurgjaldsábyrgd, er endurgjaldið slakar 18 mió.kr. Men tað er bara fyri 2016.
Kravið fyri 2017 er ikki gjørt upp enn, stendur í ársfrágreiðingini fyri 2022 hjá Landsgrannskoðanini.
81 milliónir
Og partafelagið Northwest Pelagic sendi í januar 2021 Fiskimálaráðnum eitt endurgjaldskrav, sum er 81 mió.kr., eftir at felagið fekk viðhald í Føroya rætti um afturtøku av veiðiloyvi í 2016.
Felagið fekk veiðiloyvið aftur í mars í 2020.
Hetta málið um endugjald er ikki liðugt viðgjørt.