Setanarviðurskifti hjá aðalstjórum skulu endurskoðast

Setanarviðurskifti hjá aðalstjórum skulu endurskoðast
Ikki fyrr enn nevndin er liðug, vera tey trý aðalstjórastørvini, sum eru fyribils sett, lýst leys
Nevnd er sett at endurskoða lønar- og setanarviðurskifti hjá aðalstjórum í landsfyrisitingini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.09.2023 - 08:17

Løgmaður hevur sett nevnd at endurskoða lønar- og setanarviðurskiftini hjá aðalstjórum.

Nevndin verður væntandi liðug í november.

Ikki fyrr enn nevndin er liðug, vera tey trý aðalstjórastørvini, sum eru fyribils sett, lýst leys.

Talan er um aðalstjórarnir í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum, Umhvørvismálaráðnum og Løgmálaráðnum. Teir eru fyribilssettir frá januar í ár. 

Upprunaliga var ætlanin at lýsa størvini leys sum skjótast. Tey skuldu setast í summar.

Aðalstjórin í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum var settur í tíðaravmarkað starv í desember 2016.

Í 2021 var tíðaravmarkaða setanin longd trý ár.

Hetta stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791