Søkja aftur eftir skúlastjóra til Vestmanna skúla

Søkja aftur eftir skúlastjóra til Vestmanna skúla
Hetta verður fjórði skúlastjórin í Vestmanna í eitt ár
Skúlin í Vestmanna skal aftur hava nýggjan stjóra.
 
14.09.2023 - 12:10

Nú verður aftur søkt eftir skúlastjóra til Vestmanna skúla.

Anna Maria Reinert Jensen, sum var skúlastjóri frá februar í ár, verður skúlastjóri í Hoyvíkar skúla mánadagin 18.september.

Starvið sum skúlastjóri verður sett frá 15. oktober í ár ella so skjótt sum til ber.

Umsóknarfreistin er til 29. september.

Hetta verður fjórði skúlastjórin í Vestmanna í eitt ár.

Alis Jóna Højsted fór frá í fjør heyst.

Síðani var Eyðdis Eidesgaard fyribils skúlastjóri, til Anna Maria Reinert Jensen kom í februar.

Og nú fer hon eisini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946