Føroya Symfoniorkestur frumframførir útseting av Norsku Løvu

Føroya Symfoniorkestur frumframførir útseting av Norsku Løvu
Bjarni Restorff hevur útsett fyri symfoniorkestur, og verkið kann upplivast á heystkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 24. september og í Norðurlandahúsinum 23. september
Bjarni Restorff og Tórshavnar manskór
 
14.09.2023 - 13:40

Verkið Norska Løva, ið upprunaliga var verk fyri klaver, bleiv skrivað av William Heinesen í 1963.

Bjarni Restorff hevur greitt frá, at hann altíð hevur hildið, at verkið hevði verið sera væl egnað sum størri orkesturverk, tí tá er møguleiki fyri fleiri klangvariantum.

Í 2008 fekk Føroya Symfoniorkestur nýggju útsetingina av verkinum frá Bjarna, og í 2021 kom Norska Løva út sum bók við partituri og stemmum.

Bjarni Restorff er føddur í 1955 og starvast sum tónleikalærari á Tórshavnar Musikkskúla. Eisini hevur hann staðið á odda fyri Tórshavnar Manskóri í mong ár. Bjarni hevur eisini skrivað tónleik til blandað kór og manskór.

Í sambandi við konsertirnar fer Magnus Rasmussen at greiða frá søguni um Norsku Løvu, ið fórst í Lambavík í 1707.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856