Bjørt Samuelsen hitti skotska starvsfelagan

Bjørt Samuelsen hitti skotska starvsfelagan
Formansskapurin er á vitjan í Skotlandi
Bjørt Samuelsen, forkvinna í løgtinginum, og Aliston Johnson, forkvinna í skotska tinginum.
Mynd: Løgtingið  
 
13.09.2023 - 15:27

Formansskapurin í løgtinginum er í hesum døgum á vitjan í Skotlandi, og í gjár hitti Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, skotsku tingforkvinnuna, Alison  Johnston.

Næstforfólkini, Jóhannis Joensen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, vóru eisini á fundinum, umframt skotsk og føroysk embætisfólk. Á fundinum vóru mál av felags áhuga umrødd, og hvussu tingskipanirnar í londunum báðum virka.

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur formansskapur vitjar í Skotlandi.

 

 

Felags áhugamál

Tingforkvinnurnar báðar vóru samdar um, at løgtingið og skotska tingið hava fleiri felags áhugamál, har báðir partar kunnu læra hvør av øðrum. Tær vilja tí fegnar byggja tættari sambond millum tingini bæði.

Skotska tingið var tikið av í 1707, men endurstovnað í 1999 eftir ynski frá skotska fólkinum.

Tingfólkini, sum eru 129 í tali, eru vald úr øllum Skotlandi, og tey viðgera mál á yvirtiknum málsøkjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856