"Ræðuligt at klemma mammu og vita, at tað kanska er fyri seinastu ferð"

"Ræðuligt at klemma mammu og vita, at tað kanska er fyri seinastu ferð"
Nakrar mánaðir eftir, at Alyona flýddi úr krígsrakta Ukraina, var hon í Føroyum. Hóast hon var í einum frælsum landi, fylgdi ein kensla av órættvísi og ringari samvitsku
Alyona Feldova rýmdi undan krígnum í Ukraina. Hóast tilveran í Føroyum var trygg og góð, so var tað ikki lætt. Hon kendi tað tí eisini sum, at hon tók sítt frælsi fyri givið.
Mynd: Sært tú meg?  
 
05.12.2023 - 12:09

"Tað er torført at tosa um søguna hjá mær. Tað eru ikki góðar kenslur knýttar at, at eg eri her í dag."

Soleiðis sigur 25 ára gamla Alonya Feldova úr Ukraina, meðan hon í situr í tí eyðkenda, reyða stólinum. Hon er nemliga við í fjórða og síðsta partinum í aðru sesongini av heimildarrøðini "Sært tú meg?". 

 

"Øll vistu, at eg mátti fara"

Alyona er fødd og uppvaksin í Zaporizhzhia, sum liggur góðar 200 kilometrar norðan fyri Krim-hálvoynni. 

Sum genta var hon íðin svimjari, og summar vikur vandi hon tvær ferðir um dagin. Hon vann svimjikappingar, nam sær útbúgving í mandarin og enskum, og lívið tóktist gott.

Men ein februardag broyttist alt. Kríggj gjørdist nýggi veruleikin.   

“Tað var árla á morgni umleið kl. 4. Nú vistu vit, at tað var álvari. Eg pakkaði klæðir, og tíðindini koyrdu í sjónvarpinum, sum var tendrað. Pápi mín fór avstað við bilinum fyri at fylla tangan. Panikkur valdaði allastaðni. Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera. Skal eg ringja til systur mína? Hvussu við ommu og abba? Tú gert alt, samstundis sum tú einki gert."

Alyona og familja hennara gjørdu av, at hon mátti flýggja. Alyona søkti um innferðarloyvi í Stóra Bretlandi. Men hetta tók tíð, og stundir vóru ikki at bíða meira. 

"Tað eru støður í tínum lívi, har tú als ikki hevur hug at gera okkurt. Men samstundis veitst tú, hvat er rætt at gera, og at tú burdi gjørt tað. Soleiðis var tað, tá eg fór heimanífrá. Øll vistu, at eg mátti fara." 

Menn høvdu fingið forboð at fara úr landinum, og tí kundu foreldrini ikki rýma. Systurin var gift einum manni, og tí valdi hon eisini at vera eftir. 

 

Dreymurin gjørdist ein marra

Síðani hon var smágenta, hevði Alyona droymt um at uppliva heimin. Men dreymurin gjørdist alt fyri eitt ein marra. Og tað var ikki soleiðis, hon ímyndaði sær løtuna, tá hon skuldi siga farvæl við familjuna.  

"Tað er tann ræðuligasta kenslan, tá tú varnast, at tú møguliga klemmar mammu tína fyri síðstu ferð. Tú mást fara. Tú mást yvirliva. Tú hevur ein dreym, og nú gjørdist hann endiliga veruleiki. Men tað var ikki soleiðis, tað skuldi vera", sigur hon. 

Ein góðan mánað eftir, at Russland gjørdi innrás i Ukraina, flýddi Alyona. Fyrst flýddi hon úr heimbýnum, síðani úr landinum. Eftir nakrar vikur hevði hon ongar pengar eftir, og hon kendi seg púra einsamalla í verðini. Í juli sama ár lendi hon í Føroyum.  

"Tá eg kom til Føroya, var eg púrasta í ørviti. Tá tú byrjar at renna, so veitst tú ikki altíð, nær tú skalt steðga. Soleiðis var tað hjá mær. Tað tók leingi, til eg føldi meg trygga, til eg ikki ræddist fólk ella nakað so simpult sum fýrverk."

 

"Eg kann hava tað gott, men tað kunnu tey ikki"

Tann fyrsta tíðin í Føroyum var torfør og kensluborin fyri Alyonu. Ein kensla av órættvísi og ringari samvitsku fylgdi henni, og tí var tað torført at fara frá húsum og vera millum onnur fólk.  

"Øll spurdu, hvussu eg hevði tað. Hvørja ferð eg fór út, so spurdi onkur, um eg hevði tað gott, og um eg var í lagi. Og tá tú allatíðina verður spurd, um tú ert okey, so kennir tú teg knústa. Sum um tú veruliga hevur tørv á hjálp. Og tú roynir bara at látast sum um, at tú hevur tað gott, og at tú ikki ert eitt flóttafólk."  

Onkrar dagar ivaðist Alyona í, um hon nakrantíð fór at fáa tað gott aftur. Hon kendi tað sum, at hon tók sítt frælsi fyri givið, meðan landsmenn, familja og vinir stríddust fyri sínum frælsi.  

"Tað er ein sera ørkymlandi kensla at vera í einum frælsum, tryggum landi, men ikki vera glað. Samstundis kempa fólkini í tínum landi fyri sínum lívi. Onkursvegna kann eg arbeiða, liva og hava tað gott, men tað kunnu tey ikki."

Men Alyona byrjaði at ganga hjá sálarfrøðingi, og hetta hjálpti væl. Eisini fekk hon vinir bæði úr Føroyum og úr Ukraina, sum hon sást við. Bardagin hjá ukrainska fólkinum hevur kortini altíð verið størsta drívmegin hjá Alyonu á leiðini til at fáa tað betri. 

"Tað eru fólkini í mínum landi, sum geva mær viljan at stríðast og kempa víðari. Eg kann jú ikki geva upp. Fólkini í mínum landi stríðast bæði fyri sínum og mínum frælsi og fyri, at eg kann sita her í dag. Tað er ein so dýrur prísur at rinda hjá teimum. Nógv fólk eru deyð í stríðnum fyri frælsi, so eg kann ikki bara geva upp."

 

Vil flyta, ikki flýggja

Nærum eitt ár eftir, at Alyona á fyrstan tíð søkti um innferðarloyvi til Stóra Bretland, kom játtandi svarið loksins. Kortini var tað ein sorgblíð løta. 

“Tað følist næstan skeivt og órættvíst. Eg havi verið her, meðan eg havi havt mínar torførastu og ringastu løtur. Og nú tað endiliga er byrjað at ganga betri, so fari eg víðari. Men vinkonan hjá mær, sum eisini er mín útleigari, fortaldi mær, at eg altíð eri vælkomin aftur. Eg kenni meg til reiðar at flyta og sláa meg niður og ikki bara flýggja."

Alyona Feldova Sært tú meg?

Caption: 
Alyona býr í dag í Vietnam, har hon arbeiðir sum lærari í enskum.

Hóast Alyona kendi seg til reiðar at flyta, hevur kríggið kollvelt alt, sum hon helt seg vita.  

"Alt broyttist, og eg broyttist. Nú royni eg at finna ta røttu leiðina fyri meg. Tá eg upplivdi fólk rundan um meg doyggja, kendi eg vónloysi. Vónloysi um okkum sum menniskju. Men samstundis hava fólk eisini givið mær vón. Fólk hava verið so hjálpsom. Tey hava slept øllum og bara hjálpt mær uttan yvirhøvur at kenna meg. Tað gav mær vón, og nú kenni eg á mær, at eg vil geva øðrum vón á sama hátt."

 

Liva og ikki bara yvirliva

Eftir at hava búð nakrar mánaðir í Bretlandi, tók Alyona avgerðina at fara til Asia at arbeiða. 

Tað var torført at fáa arbeiði í Bretlandi, og onkursvegna kendi hon seg heldur ikki heima har. Dreymurin var enn einaferð brostin. 

"Eg fann ikki tað, sum eg leitaði eftir í Bretlandi. Men kortini fann eg nakað nógv týdningarmiklari. Eg eri nú sannførd um, at tað nyttar einki at seta lívið í bíðistøðu, tí kríggj brestur á. Eg má liva og ikki bara yvirliva, sum best ber til".  

Alyona gjørdi tí av at flyta til Asia, har hon, áðrenn hon gjørdist flóttafólk, áður hevur búð og starvast. Men fyrst valdi Alyona at vitja heima í Ukraina, og øll familjan hevur tað lukkutíð gott. 

"Nú veit eg veruliga, hvussu hart tað ljóðar, tá rakettir regna yvir býin. Hóast hetta kendi eg meg onkursvegna tryggari og róligari heima", sigur hon. 

Í dag býr í Alyona í Vietnam, har hon arbeiðir sum lærari í enskum. 

 

Tilflytarar

Alyona er sum nevnt við í síðsta partinum í hesum nýggjasta umfarinum av "Sært tú meg?".

Fjórði og síðsti partur setur sjóneykuna á tilflytarar og søgu teirra. Tí í hesum síðsta partinum hittast fýra fremmand fólk, sum hava tað í felag, at tey eru flutt til Føroya úr einum øðrum landi.

Av somu orsøk verður eisini tosað enskt í hesum síðsta partinum. 

"Sært tú meg?" er í sjónvarpinum hóskvøldið kl. 19.25. Sendingin er eisini tøk á heimasíðu okkara, og tú finnur fyrstu tríggjar partarnar her

 

REY04010

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881