Ukrainski sendiharrin á vitjan í Føroyum

Ukrainski sendiharrin á vitjan í Føroyum
"Ukrainar í Føroyum fara altíð at hava Føroyar í sínum hjørtum," segði ukrainski sendiharrin í Danmark, Mykhailo Vydoinyk, tá hann hitti ukrainar í Føroyum
Ukrainski sendiharrin í Danmark, Mykhailo Vydoiny, úti í Tinganesi á vitjan saman við Sjúrði Skaale, fólkatingslimi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2023 - 17:12

Ukrainski sendiharrin í Danmark, Mykhailo Vydoiny, vitjar í løtuni í Føroyum. 

Mykhailo Vydoiny hevur vitjað í Tinganesi, sum myndirnar eisini vísa,

Sendiharrin hevur eisini luttikið í tiltaki, sum Reyði Krossur Føroyar hevur skipað fyri. 

Á tiltakinum fingu ukrainsku flóttafólkunum í Føroyum høvið at hitta ukrainska sendiharran, sum eisini førdi fram røðu. 

Sambært in.fo, so segði ukrainski sendiharrin í síni røðu, at føroyingar skulu vita, at ukrainsku flóttafólkini í Føroyum fóru altíð at hava Føroyar tætt hjartanum.

Mykhailo Vydoiny vísti eisini á, at sambondini millum Ukraina og Føroyar fara bara at styrkjast, tí flóttafólkini altíð fara at tosa hjartaliga um Føroyar við familju og vinir í heimlandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878