- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krav um 34.700 krónur í mánaðarinntøku
Broyting er nú gjørd í útlendingakunngerðin, soleiðis at útlendingar, sum vilja hava vinnuligt uppihaldsloyvi, og sum vilja fáa familjuna við sær til landið, skulu lúka eitt krav um inntøku.
Útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða undir reglunum í snarskipanina, skulu nú hava eina mánaðarliga inntøku á í minsta lagi 34.700 krónur um tey eisini skulu hava hjúnafelagan ella tann, sum viðkomandi livir saman við, við sær til Føroya.
Um tey eisini hava eitt barn, skal mánaðarinntøkan vera í minsta lagið 39.800 kr.
Um talan bara er um eitt barn, sum er samfylgjandi familja, so skal inntøkan í minsta lagi vera 28.300 krónur um mánaðin.
Fleiri útlendskar familju, sum eru komnar til Føroya seinastu árini sum samfylgjandi familja, hava havt ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Tá hesar familjur samstundis hava havt avmarkaðan rætt til almannaveitingar, gerst støðan uppaftur truplari.
Skulu ikki enda í fátækraváða
- Tá ið vit loyva fólki at koma til Føroya í vinnuligum ørindum, eru vit noydd at tryggja okkum, at tey eisini klára seg og trívast í landinum, og at ikki fleiri familjur enda í fátækraváða, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Tað er danska Útlendinga- og integratiónsmálaráðið sum hevur gjørt kunngerðarbroytingina eftir áheitan úr Føroyum.
Snarskipanin varð sett í verk á heysti 2021, og føroyskir arbeiðsgevarar hava síðani kunnað útvegað sær arbeiðsmegi kring allan heim.
Sama tíðarskeiðið er talið á útlendingum, ið koma til landið sum samfylgjandi familja meira enn tvífaldað.
Í 2021, sama ár sum snarskipanin varð sett í verk, komu 48 útlendingar til Føroya sum samfylgjandi familja.
Í 2022 var talið 118 - av hesum vóru 78 børn, upplýsir løgmálráðið.