- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dró út at avgreiða mál um brot á fiskivinnulóggávuna
Ein feilur gjørdi, at tað tók so langa tíð hjá politinum í Føroyum at avgreiða mál um brot á fiskivinnulóggávuna.
Vørn meldaði eitt mál í juli 2018. Ákæra var skrivað í september 2019.
Ein nýggj meting í juni 2022 gjørdi, at málið var avgreitt við sektaruppskoti.
Brotið á fiskivinnulóggávuna kann bara revsast við sekt.
Brotið á revsilógina varð slept, tí tað kundi ikki prógvast. Ella sum tað stendur í rættargangslógini, at tað ikki var væntandi, at ákærdi var funnin sekur.
Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Løgmálaráðharrin hevur svarað
Hetta er svarið, sum Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, gav Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.
Hann sigur, at ríkisdvokaturin bað statsadvokatin í Keypmannahavn fáa ummæli frá politinum í Føroyum um spurningin hjá Sjúrði Skaale.
Sjúrður Skaale spurdi um stór brot á føroysku fiskivinnulóggávuna, sum ongantíð koma í rættin, hóast talan er um prinsipiell mál.
Málini eru avgreidd við sera lítlari sekt, um sammett verður við álvarsomu ákæruna, sigur fólkatingsmaðurin.
Tey eru løgd til viks í nógv ár, sigur hann.