Høgni Lisberg G!-tónleikastjóri

Høgni Lisberg G!-tónleikastjóri
Tað verður Høgni Lisberg, ið skal bóka tónleikin, sum verður at hoyra á G! festivalinum næsta ár
Høgni Lisberg er nýggjur tónleikastjóri á G!
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.08.2023 - 20:39

G! Festivalurin hevur sett Høgna Lisberg í starv sum tónleikastjóra.

Hetta upplýsir G! festivalurin á heimasíðuni í kvøld

Avtalan er fyribils galdandi í eitt ár.

Tað vil siga, at tað verður Høgni Lisberg, sum skal standa fyri at velja tann tónleikin, ið verður at hoyra á G! festivalinum í 2024.

41 ára gamli leirvíkingurin hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan tónleik. 

Høgni Lisberg er sangari, sangskrivari, gittarleikari, trummuspælari, framleiðari og tónleikaútgevari.

Har umframt hevur nýggi G!-tónleikastjórin ein bachelor í tónleikaútbúgving frá rútmiska tónleikaháskúlanum í Keypmannahavn. 

G! festivalurin ger eisini vart við, at tað hevur týdning fyri festivalin, at Høgni Lisberg hevur eitt sera tætt tilknýti til G!. 

 

Høgni Lisberg var nevniliga trummuspælari í legendariska rokkbólkinum Clickhaze, og Clickhaze og G! spruttu burtur úr umhvørvinum kring tónleikasamtakið Grót um aldarskiftið.

Í grundini vóru tað limirnir í Clickhaze, sum tóku stig til G! festivalin. 

"Helst hevur Høgni spælt á øllum G! Festivalum, sum hava verið, antin sum trummuspælari ella sum sangari, og kennir hann tí væl leistin, sum festivalurin koyrir eftir," skrivar G! festivalurin á heimasíðuni. 

"Báðir partar eru sjálvsagt sera spentir um nýggja samstarvið, og síggja fram til eina spennandi skrá í komandi árið. G! verður hildið dagarnar 18.-20. juli 2024," skrivar G! á heimasíðuni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791