- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elias týskur stórsteypavinnari í fyrsta dystinum fyri THW Kiel
Føroyski hondbóltsgandakallurin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, spældi sín fysta dyst saman við teimum stóru og tungu dreingjunum í týskum hondbólti í kvøld.
Hetta hendi, tá nýggja felag hansara, THW Kiel, ið er týskur meistari, spældi stórsteypadyst móti steypavinnarunum seinasta kappingarár, Rhein-Neckar Löwen.
Og Elias á Skipagøtu gjørdist týskur stórsteypavinnari í sínum fyrsta dysti fyri týska stórfelagið THW Kiel, ið vann sína 13. stórsteypafinalu.
Komin í mannfólkahendur
Tað sást beinavegin, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er farin eina, tvær ella kanska tríggjar deildir upp eftir evropiska hondbóltsstiganum, við skiftinum frá bestu svensku hondbóltsdeildini til Bundesliguna, tí hann kom í ordiliga mannfólkahendur í dystinum.
Alt er bara størri, sterkari, tyngri og betri í Bundesliguni, ið verður roknað sum heimsins sterkasta hondbóltsdeild. Nakað, ið deildin sjálv eisini erpar sær við. Og so loyva dómararnir í Bundesliguni eisini korpsliga harðari spæl enn aðrastaðni, sum alt er nakað, ið Elias á Skipagøtu skal venja seg við.
Men hondbóltsspælið í Bundesliguni gongur ikki skjótari fyri seg, enn at Elias á Skipagøtu megnar at spæla hondbólt skjótari enn tað, og tað er eyðæð har, Elias kemur við nøkrum øðrvísi til bæði THW Kiel og Bundesliguna.
Fekk møguleikan
Føroyska hondbóltsstjørnan fekk eisini møguleikan at vísa, hvør dugir er í honum í fyrra hálvleiki, og Eliasi so líkt, so smæddist hann ikki burtur í dystinum millum allar heimsstjørnurnar.
Ferð eftir ferð spældi Elias Ellefsen á Skipagøtu sínar viðleikarar fríar, og nakrar ferðir tók hann eisini kjansin sjálvur og smekkaði til.
Tvær ferðir lá bólturin í málinum, men tíverri brendu Kiel-spælararnir heldur illa, tá Elias spældi teir fríar.
Sera spennandi dystur
Tað bleiv ein sera javnur og spennandi dystur, og liðini fylgdust so at siga allan dystin.
Hóast THW Kiel eitt skifti í fyrra hálvleiki var frammanfyri við trimum málum, so fekk Rhein-Neckar Löwen stríðst seg inn aftur í dystin, og tá farið var til hálvleiks, stóð á jøvnum 16-16.
Talan var um ein rættiligan málmansdyst, tí tað vóru nakrir ótrúliga væl leikandi málmenn, sum vardu málini.
Serliga kekkiski Tomas Mrkva, sum vardi málið hjá Kiel, var framúrskarandi, men tað var einans 21 ára gamli David Spath í Rhein-Neckar Löwen-málinum so sanniliga eisini.
Stórur spenningur og brotskøst
Tað endaði alt við stórum spenningi og brotskast-kapping.
Rhein-Neckar Löwen var frammanfyri við einum máli, tá farið var inn í seinasta minuttin av dystinum.
THW Kiel fær eitt brotskast, tá tað 40 sekund eftir at spæla. Hin royndi sviin, Niclas Ekberg, brennur.
Rhein-Neckar Löwen fer í álop og fær brotskast, tá tað eru 20 sekund eftir at spæla.
Juri Knorr verður settur at skjóta, men Tomas Mrkva stórbjargar, og Kiel-venjararnir taka leikbrá, tá 10 sekund eru eftir.
Kiel fer í álop eftir leikbráið, og væl spælda álopið endar við, at bólturin endar hjá Niclas Ekberg á høgra vongi. Og hóast sviin júst hevði brent eitt avgerandi brotskast, so skorar hann trygt til 33-33, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Harvið skuldu brotskøst til fyri at avgera dystin.
Kiel-venjararnir ivaðust ikki í at vísa Eliasi Ellefsen á Skipagøtu tað álit at skjóta eitt av brotskøstunum, hóast hann ikki hevði verið á vøllinum í seinna hálvleiki.
Og Elias Ellefsen á Skipagøtu var ósvitaliga tryggur og skoraði.
Endin var, at Tomas Mrkva í málinum enn einaferð vísti sítt høga støði og bjargaði tveimum brotskøstum hjá Rhein-Neckar Löwen.
THW Kiel - Rhein-Neckar Löwen 33-33 (16-16)
4-3 eftir brotskast-kapping