Marianna Winter millum bestu ungu tónleikavinnufólkini í Norðurlondum

Marianna Winter millum bestu ungu tónleikavinnufólkini í Norðurlondum
Marianna Winter Nagata er fyrsti føroyingur, ið fær heiðurin at vera nevnd sum eitt av mest týðandi ungu tónleikavinnufólkunum í Norðurlondum
23 ára gamla Marianna Winter Nagata fær nú virðukenning fyri at vera eitt av týdningarmestu ungu tónleikavinnufólkunum í Norðurlondum
Mynd: Marianna Winter á Facebook  
 
22.08.2023 - 21:00

Flestu føroyingar kenna nokk Marionnu Winter Nagata best sum tónlistafólk. 

Men Marianna Winter Nagata hevur eisini ein sera virkin aftan fyri føroyska tónleikapallin, og tað fær hon nú viðurkenning fyri. 

Tá ið NOMEX, sum er eitt samstarv millum tónleikaúflutningsstovurnar í Norðurlondum, avdúkaði teir 20 einstaklingarnar undir 30 ár, sum hava týðandi leiklut í vøkstrinum og útbreiðsluni av norðurlendskum tónleiki, var 23 ára gamla Marianna Winter Nagata millum tey 20 nøvnini. 

Tað er ein dómsnevnd við norðurlendskum tónleikavinnufólkum, sum velur tey 20 ungu fólkini, ið nevndin metir hava møguleika at gerast leiðarar í tónleikavinnuni í framtíðini.

Hetta er sætta árið, at listin verður gjørdur. 

 

Ágrýtin stuðul

23 ára gamla Marianna Winter Nagata verður lýst sum ein ágrýtin stuðul hjá spírandi tónlistafólkum í Føroyum. 

Umframt at starvast sum A&R-folk hjá føroyska plátufelagnum TUTL, so er hon eisini útgávustrategur og tónleikarafyriskipari, og hon hevur ein virknan leiklut í bókingartoyminum hjá G! festivalinum.

Marianna Winter Nagata leiðir eisini lokala jazzfelagsskapin í Havn og bókar nøvn til árliga Vetrarjazzfestivalin.

Og so er hon fortalari fyri rættindum hjá føroyskum tónleikarum sum nevndarlimur í Tónleikasambandi Føroya. 

Teir 20 vinnararnir verða heiðraðir á: Larm festivalinum í Oslo í Noregi 14. september.
 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791