U19 HM: Enn eitt vónbrot

U19 HM: Enn eitt vónbrot
Føroysku U19-hondbóltsmenninir mistu enn einaferð á stokkinum í Play Off-dystinum móti Portugal, tí teir høvdu tveir matchbóltar í brotskast-kappingini
Føroyski liðskiparin og ryggurin á liðnum, Ísak Vedelsbøl, stríddist enn einaferð sum úlvur á skóg
Mynd: Croatia 2023/Kolektiff images  
 
11.08.2023 - 14:22

Tað hevur verið nærvið og næstan hjá dugnaliga føroyska U19-mansliðsliðnum í hondbólti seinastu dystirnar.

U19-manslandsliðið í hondbólti reisti seg veruliga í dag oman á stóra vónbrotið móti Egyptalandi í gjár, tá Føroyar mistu HM-hálvfinaluna á stokkinum. 

Í Play Off-dystinum móti Portugal um rættina at spæla um fimta plássið í HM-endaspælinum, megnaði Føroyar at fáa javnleik 35-35 í vanliga dystinum. 

 

Óli og Ísak

Stóru stjørnurnar á liðnum, Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl, gingu veruliga undan í dystinum.

Báðir skutu teir 10 mál hvør og fingu hálað Føroyar upp á javnleik 35-35.

Útjavnandi málið hjá Føroyum kom, tá 40 sekund restaðu av dystinum, og var tað Óla Jákup Gaard Olsen, ið breyt ígjøgnum og setti bóltin í málið. 

Portugal fór í álop, tá tað var ein hálvur minuttur eftir av tíðini.

Men Leivur Joensen í føroyska málinum bjargaði royndini hjá Portugal, so Føroyar fingu eitt síðsta álop, tá restaðu seks sekund av leiktíðini.

Men enn einaferð hepnaðist avgerandi avleveringin hjá Óla Mittún tíverri ikki. 

 

Beint til brotskøst

Í dag var eingin longd leiktíð, men farið var beint til brotskast-kappingina, sum altíð er ein happadráttur. 

Men tað gekk framúrskarandi hjá Føroyum í byrjanin av brotskast-kappingini, tí Ísak Vedelsbøl, Jákup Egholm og Óli Mittún skoraðu allir upp á síni køst.

Og tá Alexander Lacok í málini bjargaði tvey av fyrstu trimum køstunum hjá portugisum, so hevði Føroyar tveir matchbóltar, sum mann sigur á ítróttarmáli, at avgera dystin.

Men enn einaferð mistu føroysku leikararnir á stokkinum.

Fyrst brendi Rói Hjaltason Seyer, tá hann rakti stólpan, meðan næsti portugisin skoraði.

Og so bjargaði portugisiski málverjin avgerandi brotskastinum hjá dugnaliga høgra vonginum Niklas Gaard, meðan portugisin skoraði. 

Nú skuldu eyka køst til. Ísak varð settur at skjóta umaftur og skoraði, og tað gjørdi Óli Mittún eisini.

Men 15 ára gamli Jákup Egholm brendi tíverri sítt næsta brotskast, meðan portugisar skoraðu upp á síni køst

Føroyar skulu nú spæla um sjeynda plássið í HM-endaspælinum. Hesin dysturin verður sunnudagin kl. 11.30 móti taparanum av dystinum millum Týskland og Noreg.

Dysturin kann stroymast á YouTube-rásini hjá altjóða hondbóltssamgonguni IHF.


Portugal 41 - 40 Føroyar
(17 - 19) (18 - 16) (Brotskøst: 6 - 5)

Dystargongdin
5 min. 3-4
10 min. 6-7
15 min. 10-9
20 min. 13-13
25 min. 16-16
30 min. 17-19
35 min. 20-22
40 min. 21-24
45 min. 28-26
50 min. 31-29
55 min. 32-31
60. min. 35-35

Eftir brotskastkapping 41-40

Málskjúttar hjá Føroyum (brotskastkapping ikki tald við)
Ísak Vedelsbøl 10
Óli Mittún 10 (3)
Búi Poulsen 4
Trúgvi Hávardsson 3
Rói Seyer Hjaltason 3
Óla Jákup Gaard Olsen 2
Niklas Gaard 2
Rókur Ziskason 1


Málverjar
Leivur Joensen 28%
Aleksandar Lacok 12%

 

Dómaraseðilin frá dystinum

Dystargongdin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878