SSL flutti fleiri akfør, men færri ferðafólk

SSL flutti fleiri akfør, men færri ferðafólk
Akførini vóru 19.653 í juli í ár, sum er 749 akfør fleiri enn í juli í fjør
Teistin, ið siglur á Sandoyarleiðini
Mynd: Savnsmynd  
 
10.08.2023 - 11:08

Strandfaraskipini fluttu fleiri akfør, men færri ferðafólk í juli í ár. 

Akførini vóru 19.653 í juli í ár, sum er 749 akfør fleiri enn í fjør. 

Strandfaraskipini fluttu 87.865 ferðafólk í juli, sum er góð 1.600 ferðafólk færri enn sama tíðarskeið í fjør.

Men bygdaleiðir fluttu eitt sindur fleiri fólk í juli í ár enn í juli í fjør.

Tey vóru 30.501 í ár og 29.922 í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946