- Tíðindi, mentan og ítróttur
U19 HM: Trupult, men tað ber til at vinna á Týsklandi
U19 HM: Trupult, men tað ber til at vinna á Týsklandi
Bæði venjarar og leikarar hava góðar vónir til avgerandi dystin móti Týsklandi í HM-endaspælinum í manshondbólti
07.08.2023 - 12:14
Tað er í dag klokkan 16.00, at føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti skal spæla móti Týsklandi í meginumfarinum í HM-endaspælinum í Kroatia.
Føroyar skulu vinna, fyri at hava møguleika at koma í fjórðingsfinalurnar.
- Tað verður trupult, men tað ber til, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, høvuðsvenjari hjá U19-manslandsliðnum.
Hjalti_Mohr_Jacobsen_070823
Føroyska stjørnan á U19-landsliðnum, Óli Mittún, hevur góðar vónir móti Týsklandi.
Oli_Mittun_070823
Dysturin millum Føroyar og Týskland er klokkan 16.00 og kann síggjast á Youtube kanalini hjá IHF.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV