U19 HM: Føroyar máttu lúta fyri Iran

U19 HM: Føroyar máttu lúta fyri Iran
Iran vann 29-27 við einum øgiligum endaspurti, tí Føroyar vóru á odda 13-9 í hálvleikinum og høvdu leiðsluna, líka til minni enn tveir minuttir vóru eftir
Iran hevði ein øgiligan endaspurt, ið føroysku leikararnir ikki megnaðu at steðga
Mynd: Hondbóltssambandið á Facebook  
 
04.08.2023 - 10:32

Føroysku U19-menninir máttu í gjárkvøldið lúta fyri Iran í HM-endaspælinum.

Iran vann 29-27 við einum øgiligum endaspurti, tí Føroyar vóru á odda 13-9 í hálvleikinum og høvdu leiðsluna, líka til minni enn tveir minuttir vóru eftir.

Ikki minst órógvaði tað føroyingarnar, at Óli Mittun, sum varð toppskjútti við níggju málum, mátti útum í trý álop, tá ið hann fimm minuttir fyri tíð fekk krampa.

Nú er altavgerandi, at Føroyar í annaðkvøld klokkan seks vinna á Svøríki, sum í sínum lagi í gjár vann ein metstóran 62-16 sigur á Burundi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109