- Tíðindi, mentan og ítróttur
U19 HM: Føroyar vístu Burundi onga náði
Støðan í hálvleikinum í dystinum millum Føroyar og Brundi var var 30-8 til Føroyar - ja, 30-8.
Tá hugsað verður um, at ein hálvleikur er 30 minuttir, so sigur tað ikki so lítið um, hvussu nógv betri føroysku U19-hondbóltsmenninir vóru enn leikararnir á mótstøðuliðnum.
Tá avtornaði vann føroya U19-manslandsliðið í hondbólti 53-21 móti Burundi í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum í Kroatia.
Og tá alt tað er sagt, so misnýttu føroysku leikararnir rættiliga nógv opnar málmøguleikar. Tað kundi, við øðrum orðum, verið nógv verri fyri Burundi.
Hvíldu Óla Mittún
Føroysku venjararnir kundu eisini unna sær sjálvum tað marglæti, at lata føroyska stórtalentið Óla Mittún sita og hvíla seg á bonkinum í seinna hálvleiki.
Hóast Óli Mittún bara spældi ein hálvleik, so bleiv hann toppskorari við 11 málum. Hann bergtók eisini við hópin av góðum fríspælingum.
Yvirhøvur bleiv føroyska A-ketan hvíld í seinna hálvleiki, tá føroyska spælið dalaði nakað. Lítið at siga til tað, tá munurin á liðunum er so stórur.
Tann sannroynd, at berandi leikararnir sluppu at hvíla seg í seinna hálvleiki kann gerast ein stórur fyrimunur seinni í kappingini.
Tað gav eisini øðrum leikaran møguleika at gera vart við seg, eitt nú Rói Hjaltason Seyer (mynd).
Men serliga Óla Jákup Gaard Olsen vísti sera góðar dygdir og var eisini kosin besti leikari í dystinum. Hann skoraði 9 mál í 11 royndum av høgra vongi.
Bjørt framtíð
Dysturin bar vitnisburð um, at føroyskur hondbóltur gongur eina bjarta framtíð í møti.
Óla Mittún kenna fólk, tí hann er longu A-landsliðsleikari, hóast hann enn er 17 ára gamal. Nú kenna fólk eisini Óla Jákup Gaard Olsen. Men eisini einans 15 ára gamli Jákup Egholm er eisini navn, ið fólk skulu leggja sær í geyma.
Allir útileikarar skutu mál, men tað koma sterkari mótstøðulið enn Burundi í HM-endaspælinum.
Føroyar - Burundi 53 - 21 (30 - 8)
Málskjúttar
78 MITTUN Oli - 11 mál
10 GAARD OLSEN Óla Jákup - 9 mál
2 JOHNSSON Tróndur - 7 mál
20 EGHOLM Jákup - 5 mál
44 GAARD Niklas - 4 mál
21 POULSEN Búi - 3 mál
45 HÁVARDSSON Trúgvi 3 mál
76 HOJSTED Hogni 3 mál
47 VEDELSBOL Ísak 2 mál
4 NATTESTAD Sofus Í Selvindi 2 mál
9 SEYER Rói Hjaltason 2 mál
12 JOENSEN Leivur mál
32 FRIDRIKSSON Tóki 1 mál
39 ZISKASON Rókur 1 mál
Málverjar
12 JOENSEN Leivur 9/24 38 %
22 LACOK Aleksandar 8/13 62 %