U19-manslandsliðið í hondbólti fær sín HM-elddóp í dag

U19-manslandsliðið í hondbólti fær sín HM-elddóp í dag
Fyrsti dystur hjá Føroyum er í dag móti Burundi. Hann er klokkan 18.00
Óli Mittún og hinir á U19-manslandsliðnum í hondbólti spæla fyrsta dystin í HM-endaspælinum í dag
Mynd: Savnsmynd  
 
02.08.2023 - 09:55

Endaspælið í heimsmeistarakappingini hjá U19 monnum í hondbólti byrjar í dag.

Føroyar eru við.

Fyrsti dystur hjá Føroyum er í dag móti Burundi. Hann er klokkan 18.00.

Í morgin kl.18.00 spæla Føroyar móti Iran, og leygardagin, eisini kl.18.00, spæla Føroyar móti Svøríki.

32 lond eru við í kappingini, sum er í Kroatia.

 

Ovastu liðið sleppa víðari

Føroyar skulu spæla fyrstu dystirnar í býnum Opatija.

Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki fara víðari til meginumfarið.

Nummar trý og fýra skulu spæla Presidents Cup, sum er um plássini 17-32. 

Eftir innleiðandi bólkaspælið verður bólkurin hjá Føroyum samantvunnin við bólk G, har Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA kappast.

Dysturin kann síggjast beinleiðis á Youtube. Trýst á leinkið niðanfyri. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740