Nú fara U19-menninir til HM

Nú fara U19-menninir til HM
Næstu hálvaaðru vikuna skal U19-manslandsliðið í hondbólti spæla HM-endaspæl í Kroatia. Hópurin fer av landinum í kvøld og skal mikukvøldið spæla fyrsta dystin.
 
31.07.2023 - 11:23

Í innleiðandi bólkinum eru Føroyar saman við Svøríki, Iran og Burundi, og eftir innleiðandi umfarið møta Føroyar liðum úr bólki H, sum telur Týskland, Argentina, Saudiarabia og USA.

Dystirnir hjá Føroyum í innleiðandi bólkinum eru í Opatje, og teir verða allir um kvøldið, klokkan 18. Føroyar spæla mikukvøldið ímóti Burundi, hóskvøldið ímóti Iran og leygarkvøldið ímóti Svøríki.

Landsliðsvenjararnir hjá U19-monnunum eru Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, og málmansvenjari er Ári Dam.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109