Ísrael hevur samtykt umstrítt lógaruppskot

Ísrael hevur samtykt umstrítt lógaruppskot
Hóast hundraðtúsundtals ísraelar hava mótmælt, so hevur ísraelska tjóðartingið Knesset samtykt lógaruppskotið, ið frátekur Hægstarætti møguleikan at yvirtrumfa samtyktir
Ísraelska tjóðartingið Knesset hevur samtykt eitt lógaruppskoti, ið frátekur Hægstarætti møguleikan at yvirtrumfa stjórnarsamtyktir, sum Hægstirættur heldur vera órímiligar
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
24.07.2023 - 15:03

Ísraelska tjóðartingið Knesset hevur samtykt eitt lógaruppskot, ið frátekur Hægstarætti møguleikan at yvirtrumfa stjórnarsamtyktir, sum Hægstirættur heldur vera órímiligar.

Tey atfinningarsomu siga nýskipanina vera eitt statskvetti, ið kemur at elva til enn meira mutur og tilvildarlig fólk í leiðandi størvum.

Hetta, tí endamálið við nýskipanini tykist vera at verja Netanyahu, ið sjálvur hevur fleiri rættarmál hangandi yvir sær.

 

Verður samtykt

Tað hevur ikki minst fingið øði í nógv fólk og elvt til ógvislig mótmæli.

Stjórnin hjá Netanyahu telur 64 av teimum 120 tjóðartingssessunum, so alt bendir á, at alt uppskotið verður samtykt.

Um vikuskiftið hava hundraðtúsundtals fólk mótmælt í bæði Jerusalem og Tel Aviv, og eygleiðarar meta politisku kreppuna í landinum vera ta ringastu nakrantíð.

Ikki minst, tí mótstøðan ímóti nýskipanini finst bæði á høgra- og vinstravonginum, í verðsligum og átrúnaðarligum bólkum, og bæði millum friðarakvivistar og herfólk.

Millum annað hava yvir 10.000 eyka-hermenn - umframt túsund eyka-flogskiparar hjá herinum - sagt seg ikki vilja gera tænastu, um uppskotið verður samtykt.

Ísrelska tjóðartingið hevur longu samtykt uppskotið um nýskipanirnar í tveimum av tilsamans trimum atkvøðugreiðslum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948