Ógreið politisk støða í Spania eftir tjóðartingsvalið í gjár

Ógreið politisk støða í Spania eftir tjóðartingsvalið í gjár
Eygleiðarar vænta, at nýval kann verða útskrivað um nakrar mánaðar
Alberto Núñez Feijóo, leiðarin í konservativa spanska flokkinum Partido Popular, ella bara PP, gjørdist stóri vinnarin á spanska tjóðartingsvalinum. Men tað sær ikki út til, at hann hevur ein meiriluta aftanfyri seg í tjóðartinginum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
24.07.2023 - 14:22

Høgraflokkurin Partido Popular hevði stóra framgongd á spanska tjóðartingsvalinum í gjár og fór úr 89 upp í 136 tingsessir.

Sosialistiski flokkurin PSOE hevði eisini eitt gott val og líka nógvar atkvøður sum Partido Popular.

Men hvørgin flokkurin hevur meiriluta til at skipa stjórn, so tí kann roknast við drúgvum og strævnum samráðingum um nýggja stjórn í Spania.

Alberto Núñez Feijóo úr Partido Popular fær fyrstu royndina, tí hansara flokkur er tann størsti. Um tað ikki eydnast Alberto Núñez Feijóo at skipa stjórn, so fær sitandi forsætisráðharrin, Pedro Sánchez úr sosialistiska PSOE, møguleikan. 

Tað verður hildið, at Pedro Sánchez og PSOE hava betri og fleiri møguleikar at finna ein meirluta millum teir smáu flokkarnir, ið eru valdir inn í spanska tjóðartinkið. 

Men nógvir eygleiðarar vænta eisini, at tað kann enda við nývali um nakrar mánaðir. 

Tilsamans 350 sessir eru í spanska tjóðartinginum, so 176 krevjast, skal ein stjórnarsamgonga tryggja sær meirilutan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV