Irak leggur Danmark undir at brenna koranir

Irak leggur Danmark undir at brenna koranir
Hóast tað ikki kann váttast, so hartar irakiska stjórnin Danmark fyri, at eldur varð settur á koranina og irakiska flaggið uttanfyri irakisku sendistovuna í Keypmannahavn
Tey mótmæla, at koranin verður brend
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.07.2023 - 10:14

Svøríki hevur verið fyri nógvum atfinningum úr Miðeystri og sendistovan í Baghdad varð álopin, eftir at koranir vórðu brendar í Svøríki. Stórar mótmælisgongur hava verið, og svenskir myndugleikar hava biðið svenskarar í Miðeystri um at ansa eftir sær.

Men nú er Danmark eisini við at koma í brennidepilin, júst sum undir Mohammed-kreppuni fyri árum síðan. Irakiska uttanríkisráðið hevur sent eitt tíðindaskriv, har stjórin upp á tað harðligasta hartar Danmark fyri at brenna koranir og irakiska flaggið framman fyri irakisku sendistovuni í Keypmannahavn.

Løgreglan í Keypmannahavn váttar fyri DR, at eldur varð settur á eina bók uttanfyri irakisku sendistovuna í gjár, men kann ikki vátta, at talan er um eina koran. Løgreglan ætlar ikki at kanna málið nærri, tí tað er ikki ólógligt at seta eld í eina bók, sum man sjálvur eigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948