Námsfelag stevnir Grønlandi og Danmark eftir 76 milliardum

Námsfelag stevnir Grønlandi og Danmark eftir 76 milliardum
Orsøkin er, at felagið ikki sleppur at hava nám við Kuannersuit, á donskum Kvanefjeld, í Grønlandi
Energy Transition Minerals, sum fyrr kallaðist Greenland Minerals, sigur seg hava rætt til at fáa námsverkætlanina í Kvanefjeld góðkenda. (Savnsmynd)
 
20.07.2023 - 08:33

Danmark og Grønland eru stevnd eftir 76 milliardum krónum.

Tað er avstralska námsfelagið, Energy Transition Minerals, sum krevur endurgjald.

Endurgjaldskravið er í tveimum.

Sjálvt endurgjaldið er 50 milliardir krónur. Aftrat eru 26,5 milliardir krónur í rættarmálsrentum.

 

Sleppa ikki at hava nám

Orsøkin er, at felagið ikki sleppur at hava nám við Kuannersuit, á donskum Kvanefjeld, í Grønlandi.

Energy Transition Minerals, sum fyrr kallaðist Greenland Minerals, sigur seg hava rætt til at fáa námsverkætlanina góðkenda.

Tað vil felagið nú hava gerðarrætt at staðfesta.

Landstingið í Grønlandi samtykti í 2021, at uran skuldi ikki vinnast burtur úr grønlendsku undirgrundini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949