Ráðharri biður heimansett í andveikraforsorgini um umbering

Ráðharri biður heimansett í andveikraforsorgini um umbering
Almanna- og mentamálaráðið sigur, at føroyingar, sum vóru sendir á stovn í Danmark, vóru í verri støðu, tí tey vóru send burtur frá sínum kenda umhvørvi
Nógvir føroyingar fóru á Rødbygaard í Danmark.
 
19.07.2023 - 09:07

Føroyingar, sum vóru sendir á stovn í Danmark, eru ikki við í frágreiðingini um donsku ser- og andveikraforsorgina frá 1933 til 1980.

Frágreiðingin er um eitt døkt tíðarskeið í danskari søgu. 

Børn, ung og vaksin vóru fyri sviki og ágangi, meðan tey vóru í varðveitslu hjá statinum.

Almanna- og mentamálaráðið sigur, at vit vita, at føroyingar, sum vóru sendir á stovn í Danmark, vóru í verri støðu enn tey í frágreiðingini eru, tí tey vóru send burtur frá sínum kenda umhvørvi til eitt annað land.

Tey vóru send til eina aðra mentan og eitt mál, sum tey ikki skiltu.

 

Tiltak í Norðurlandahúsinum 

Danski almanna- og bústaðamálaráðharrin, Pernille Rosenkrantz-Theil, fer 11.september at geva teimum eina umbering, sum vóru heimansett í ser- og andveikraforsorgini.

Samstundis hevur Almanna- og Mentamálaráðið saman við Javna, Megd og øðrum eitt tiltak í Norðurlandahúsinum.

Tiltakið er fyri tey, sum vóru send til Danmarkar á stovn í ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, og eru komin heim aftur til Føroya, teirra avvarðandi og onnur áhugað.

Talan var um danskt málsøki, sum síðani er yvirtikið. 

 

Pernille Rosenkrantz-Theil er ráðharri í almanna- og bústaðarmálum. 

 

 

Tey fyrstu komu heimaftur í 1973

Í 1973 var farið at taka fólk heimaftur til Føroya. 

Av teimum 142, sum vóru send send til Danmarkar frá 1929 til 1980, eru í løtuni 31 á vardum bústovnum í Føroyum.

Fimm eru á stovnum í Danmark.

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum 11.september frá kl.11.00 til 14.00.

Neyðugt at boða frá luttøku hjá Almanna- og Mentaráðráðnum fyri 1.september.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV