
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heim, kæra heim: Nólsoyarstova - fyrr og nú

Um veggir dugdu at tala, so høvdu veggirnir í Nólsoyarstovu ivaleyst kunnað sagt frá eini spennandi framhaldssøgu í fleiri bindum.
Bygningurin hevur hýst bæði hotelvirksemi, apoteki, blaðprentsmiðju og matstovum síðani 1700-talið, tá hann varð reistur.
Eitt skifti búleikaðist Jákup Nolsøe her. Hann er beiggi Nólsoyar Páll, sum harvið helst eisini hevur gist her. Mytan sigur, at kenda Fuglakvæðið er yrkt í Nólsoyarstovu.
Hendan myndin er helst frá 1920'unum, áðrenn ovaru hæddirnar blivu broyttar
Men tíðarinnar tonn hevur slitið Nólsoyarstovu illa - serliga seinastu 15 árini, tá bygningurin hevur staðið tómur og vátur.
Soleiðis sá Nólsoyarstova út fyri nøkrum árum síðani, áðrenn Jógvan Hans og Anna Maria Østerø keyptu bygningin í 2019.
Tað hevur verið eitt stórt arbeiði at umvæla Nólsoyarstovu. Men tey bæði, Jógvan Hans og Anna Maria Østerø, hava lagt seg eftir at varðveita gomlu gólvbrettini og veggirnar - ja, enntá veggjatapetini.
Nú er úrslitið liðugt - tríggjar marglætisíbúðir, sum helst verða leigaðar út.
Tú kanst síggja Nólsoyarstovu - bæði uttan og innan - í nýggju sendirøðini Heim, kæra Heim, sum verður send hóskvøldið eftir Dag og viku.