Juan Carlos vil hava dómara at sleppa rættarmáli

Juan Carlos vil hava dómara at sleppa rættarmáli
Ein fyrrverandi frilla hevur stevnt fyrrverandi konginum eftir 1,1 milliard krónum
Fyrrverandi spanski kongurin, Juan Carlos.
 
19.07.2023 - 08:33

Fyrrverandi kongurin í Spania, Juan Carlos, heitti í gjár á ein dómara í London um at sleppa einum rættarmáli ímóti sær.

Tað skrivar Reuter-tíðindastovan.

Tað er fyrrverandi frilla hansara, ið hevur stevnt honum eftir 1,1 milliard krónum.

Corinna zu Sain-Wittgenstein leggur fyrrverandi kongin undir ógvisliga sjikanu, eftir at tey góvust at fríggja.

Hon leggur Juan Carlos undir at hava hótt seg, og at hava havt eftirlit við sær í 2012. Eitt nú vil hon vera við, at hann hevur fingið telefon hennara avlurtaða.

Fyrrverandi spanski kongurin noktar seg sekan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949